Fuglafjørður

Frá gamlari tíð eru kendir fýra býlingar, við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Fyri 50 árum síðan fór fram fornfrøðiligur útgrevstur á Oyrini við Gjógvará, og har var komið niður á húsatoftir, búnyttur o.a., sum prógvaðu, at býlingurin er frá víkingatíð, um 950-1050. Býurin er nógv vaksin, serliga seinastu 100 árini, og allir býlingarnir eru samanvaksnir. Í 1801 var manntalið 128, og í 2006 var tað um 1 700.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini.

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og miðskeiðis í 1980-árunum komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin.

Eitt fjølbroytt vinnulív er grundarlagið fyri framburði og trivnaði. Fuglafjørður hevur eitt breitt úrval í øllum vinnubólkum.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum.