Fólkalív og mentan

Á okkara døgum er Varmakelda vorðin karmur um Varmakeldustevnuna, sum
verður hildin á hvørjum ári fyrsta vikuskiftið í juli, sum ein
bygdastevna við tiltøkum av øllum slag, sum vanligt er á bygdastevnum í
Føroyum. Varmakeldustevnan er tó sermerkt í mun til allar aðrar
bygdastevnur í landinum, tí ein partur av stevnuni verður altíð hildin
úti við Varmakeldu, har fólk framvegis ganga fram at kelduni at fáa sær
ein lesk til lekju. Ja, tað sigst, at tað eisini ber til at drekka
kærleikanum eina skál, um tvey, ið eru vorðin góð, í felag drekka av
hesum undrunnarverda vatni. Her verða røður hildnar, og her verður
dansað, meðan Jóansøkunáttin hvørvir í morgunlýsinum.

Í  Fuglafirði er eitt sera ríkt mentannarlív. Alskur til sang og tónleik
varð longu vaktur tíðliga í hesi øldini, tá ið menn tóku seg saman til
skipaðan kórsang. Longu framman undan vita vit um fólk, sum sera
hegnisliga dugdu at spæla upp á ljóðføri, meðan Kingosangurin og kvæðini
blivu hildin upp av øðrum.

Ávirkanin frá fremmandum skipum, sum í
stórum tali vitjaðu Fuglafjørð, hevur óivað givið sín íblástur til hesa
menning. Tey gomlu í bygdini minnast enn, hvussu norðmenn á hvørjum ári
vitjaðu á Fuglafirði fyri at dansa ávegis til fiskiskap undir Íslandi
og Grønlandi. Onkuntíð kundu hesar vitjanir vara í heilar vikur. Teir
høvdu harmonikur við, so óivað hava fuglfirðingar lært hendan kynstur av
teimum. Tí harmonikuleikarar trutu ikki millum bygdarfólkið um hetta
mundið.

Frá hesi byrjan við tónleikalívi fyrst í øldini er
Fuglafjørður í dag ein bygd, sum rættiliga er vorðin kend fyri sítt
tónleikalív. Í bygdini eru fleiri kór, hornorkestur og onnur orkestur,
sum spæla nýmótans tónleik. Somuleiðis er sjónleikarfelag, listarfelag,
heimavirkisfelag, fornminnisfelag, pensionistafelag og aðrir
ítrivsfelagskapir innan tær kristiligu samkomurnar.

Í 1954 varð  fólkabókasavn sett á stovn. Hetta var í fyrstani ein sjálvsognarstovnur,
sum í 1977 bleiv lagdur inn undir kommununa.

Ítróttarfelagið í  Fuglafirði, ið upprunaliga var ein felagskapur, sum fekst við fótbólt og
hondbólt, hevur í dag ein hóp av undirfeløgum, sum hvørt í sínum lagi
íðka aðrar ítróttargreinar, sum so við og við eru komnar afturat. KFUM
og -K skótarørslan hevur egin hús, har eitt gott undómsarbeiði verður
gjørt.

Nýggja kirkjan, sum í 1984 kom í staðin fyri ta gomlu frá
1871, er – afturat at vera ein virðiligur karmur um gudstænastur – við
síni frálíku urgu – vorðin eitt av kendu og væl umtóktu konsertstøðunum í
landinum.

Fasilitetir til at íðka bæði mentunnarlív og ítrótt
eru sostatt góðir. Í nærmastu framtíð verður eitt nýtt mentunnarhús
tikið í brúk, og í skúlanum eru bæði musikkrúm, ítróttarhøll og
svimjingarhylur somuleiðis sum Fuglafjørður saman við grannabygdunum,
Gøtu og Leirvík, reka eina nútímans Ítróttarhøll.

Vit vita um  heimaundirvísing í Fuglafirði longu í gamlari tíð. Í fólkateljingini
frá 1801 stendur um eina Sunnuvu Olesdatter, at »hun underviser
ungdommen«. Seinni vita vit eisini um, at skúlalærari var, sum úti hjá
privatum hevði skúlastovu. Í kommunulógini frá 1872 stendur, at
skúlaskipan skal setast á stovn, og sama ár kom fastur lærari, Hans
David Hansen, til bygdina. Hann helt skúla úti í Beiti við Garð, til
hann í 1882 kundu flyta í nýggjan stásiligan skúla, sum – lagaður úr
gróti og smíðaður úr besta tilfari – stóð bygdini í heilum 4.000 krónum.
Hesin bygningur nøktaði skúlatørvin heilt fram til 1936, tá ið nýggjur
skúli bleiv bygdur. Skúlin er so við og við øktur og fekk eina
preliminerskúladeild afturat í 1958.

Nýggjar broytingar í  skúlaskipanini hava hesi seinnu árini havt við sær, at skúlin í dag
aftur at vanligu grundskúlaflokkunum er øktur við 8., 9. og 10. flokki.
Hesin yvirbygningur av skúlanum er eisini skúli fyri grannabygdirnar,
Gøtu og Leirvík. Í nýggja býlinginum, Kambsdali, hjá Fuglafirði eru
skúlatilboðini í dag økt við einum Studentaskúla og HF-skeiði og einum
Handilsskúla. Til hesar skúlar leita eisini næmingar úr allari Eysturoy
og Norðoyggjum.

Við 1.000 ára royndum og førleika gleðir  Fuglafjørður seg til at bjóða 20. øld eins væl og øllum teimum, sum
vitja okkara vakra land vælkomnum!