Vit vita, at fólk hevur búð í Fuglafirði í meira enn 1000 ár. Í 1957
finna menn undir útgrevstri fyri einum hjalli toftir av gamlari bygging,
har sethús í fleiri umførum hava verið bygd oman á hvørt annað. Tá ið
menn komu niður á botn, komu teir niður á húsatoftir av eini høll, sum
kundi tíðarfestast til 10. øld. Hópur av smálutum vórðu funnir so sum
ein kvarnarsteinur, rennlar úr fitisteini, brýni, pottabrot, glasperlur
og fúnaðir lutir úr timbri.
Húsini vórðu funnin niðri við við
sandin niðri við Gjógvará, har mest sannlíkt kundi vera, at fólk valdu
at seta búgv. Her var gott at koma í land við báti, her var stór á við
reinum vatni, og beint omanfyri var gott dyrkilendi.
gróvu út fyri sildaverksmiðjuni á Kirkjuryggi, kom Jóhan Joensen niður á
fornar húsaleivdir, hann boðaði Fornminnissavninum frá hesum, Sverri
Dahl kom norður og kannaði, og metti hann at hesar húsaleivdir vóru frá
víkingaøld, .
Vit vita ikki nógv um Fuglafjørð fyri
Svartadeyða, sum tók ein stóran part av fólkinum burtur miðskeiðis í 14.
øld. Men søgnin vil vera við, at ein maður, róptur Rádni oman Lon
skuldi eiga knørr, sum hann á hvørjum ári sigldi til Noregs við í
handilsørindum. Enn verður víst á tað staðið, hann dró knørr sín upp um
veturin. Hetta stað verður rópt fyri Karvatoftir. Mentanarhúsið stendur í
dag á Karvatoftum.
Í lógarfyriskipanum úr miðøld verður Fuglafjørður nevndur í tí sonevnda Hundabrævinum.
Síðan
er ikki nógv at frætta um Fuglafjørð gjøgnum søguligar keldur. Sum hjá
øðrum plássum í oyggjum okkara, er bert okkurt at frætta, tá ið
rættartrætur verða avgjørdar ella okkurt serligt fyriferst.
Gjøgnum
staðarnøvn kann Fuglafjørður og lendið kring fjørðin tó geva bæði søgu
og søgn lív. Við gomlu Sjúrðargøtuna, sum fyrr var høvuðsvegurin úr
Fuglafirði til bygdirnar norðantil á Eysturoy, kann vísast á støð, sum
sagnir okkara nevna um. Eitt nú stríðið millum Fuglfjarðabóndan Gullbrand
og Oyndfjarðarbóndan, Oyndra, um rættindir í Skarðhaga. Enn kann vísast
á bæði Gullbrandshellið, oman fyri bygdina á Hellum, har
fuglfjarðarbóndin fyrst varð lagdur, eftir at Oyndfjarðarbóndin hevði
dripið hann, og á Gullbrandsleiðið – uppi undir sjálvum Skarðinum – har
líkið av honum skuldi blíva grivið. Mannabótin skuldi vera parturin hjá
Oyndra av Skarðhaga yvir at Laksá, har markið framvegis er millum
Fuglafjørð og Oyndarfjørð.
Í fjallalendinum vestan fyri bygdina – »Uppi á Húsi«
– finnast toftir av eini smáttu, sum fólkið í bygdini í gamlar dagar
flýddu til undan sjórænarum, meðan tað í fjøllunum eystanfyri bygdina,
undir Borgini, verður víst á eitt stað, sum verður rópt: »Eingilska
Hús«. Her sigur søgnin, at menn hildu vakt, tá ið ófriðaskip vóru undir
landi.
Sunnantil við sjóvarmálan, úti undir Eiðinum móti
Norðragøtu, er Varmakelda, sum menn hava skrivað um í bókmentum í 4
øldir. Hendan kelda, sum bæði summar og vetur er einar 18o C heit,
verður longu í katólskari tíð søgd at hava lekjandi megi. Á gomlu
Jóansøku – náttina millum 3. og 4. juli, skuldi kraftin í kelduni vera
best. Siður var at vitja Varmakeldu hesa nátt, drekka sær lekju úr henni
og eisini at taka ein sopa við til hús, um onkur lá sjúkur heima.
Fuglafjørður hevur í øldir – sum hinar bygdirnar – verið eitt landbúnaðarsamfelag, sum við landbúnaði og eitt sindur av útróðri við smábátum hevur kunnað breyðføtt seg. Ikki fyrr enn í 1892 kemur fyrsta skipið (Florence) í nýggjari tíð til bygdina. Tá verður farið undir rættiligan fiskiskap, sum eisini skapar arbeiði uppi á landi. Fleiri skip eru komin afturat um aldarmótið, og handilsskapurin fer rættiliga at muna. Fyrsta atløgubryggja í Føroyum til stór skip verður bygd um 1910, fiskastykkir verða løgd til at turka fisk á til útlendsku marknaðirnar, og vit eru við eitt – upp á eini 20 ár – vorðin ein fiskivinnu- og ídnaðarbygd. |
Florence (S.P.Petersen) |
Hendan
broyting frá tí gamla jarðyrkissamfelagnum til fiskivinnuídnað, gevur
upp á stutta tí bygdini ein vøkstur í fólkatali til tað fleirdupulta, tí
nú eru tað ikki bara tær 32 merkurnar í jørð, sum hoyra til bygdina,
sum tryggja lívsgrundarlagið; men eisini alt tað, sum ført verður til
lands av havsins ríkidømi.