Posthúsið í Fuglafirði lat upp 1. juli 1903. Fyrsti postavgreiðslumaðurin var Tummas Juul Petersen. Hann var sýslumaður í Eysturoy. Í 1910 flutti Tummas Juul Petersen til Klaksvíkar, har hann tók við starvinum sum sýslumaður fyri Norðoya Sýslu. Samstundis tók hann eisini við sum postavgreiðslumaður í Klaksvík.
Í frásøgnini um posthúsið í Klaksvík søgdu vit, at fleiri av teimum fyrstu posthúsunum í Føroyum vóru knýtt at sýslumonnunum. Eitt
annað, ið eisini hevur gjørt seg galdandi er, at størvini í føroyska
postverkinum ofta hava gingið í arv frá einum ættarliði til annað. Soleiðis hevur verið í Fuglafirði. Tá Tummas Juul Petersen flutti til Klaksvíkar, tók bróðir hansara, Hans Jacob Petersen, við sum postavgreiðslumaður.
Í
1926 tók dóttir Hans Jacob, Alma Rustin, ábyrgdina av
postviðurskiftunum í bygdini og tá hon fór frá 31. oktober 1975, tók
dóttir hennara, Margretha Rustin Johannesen, við sum posthúsleiðari og
sat í starvinum til 30. november 1994. Sostatt vóru postviðurskiftini í Fuglafirði í hondunum á somu ættarfólkum í 91 ár.
Húsið hjá Almu Rustin, har postavgreiðslan var í mong ár
Fram til 1930 var posturin í barnaheiminum hjá Almu Rustin. Eina tíð – tað var áðrenn Alma og maður hennara Poul Rustin fluttu í egin hús – vórðu høli leigað til posthúsið. Fyrstu tíðina varð leigað frá eini mostur Almu, og seinni frá Sámal Petur Petersen, sum var ættaður av Viðareiði. Frá 1932 til 1975 var posturin í heiminum hjá Almu og Poul Rustin, har serlig høli vóru innrættað til endamálið. Men hølini gjørdust ov trong, og tí varð avgjørt at finna onnur høli. Tann 1. november 1975 varð flutt í núverandi posthúsið í bygdini. Hølini leigar postverkið frá handilsfelagnum Haraldsen.
Faðir Almu, Hans Jacob Petersen, átti tveir postbátar. Annar æt “Alma” og hin “Ragnhild”. Tann fyrri var uppkallaður eftir Almu og hin seinni eftir systur hennara. “Alma” og “Ragnhild” sigldu við posti, farmi og ferðafólki. “Ragnhild” sigldi úr Fuglafirði og norðureftir til Hellurnar, Oyndarfjarðar, Elduvíkar, Funnings og Gjáar. “Alma” sigldi millum Fuglafjørð og Klaksvík og legði eisini at í Leirvík. Eftir krígslok helt “Alma” uppat at sigla og varð seld úr Fuglafirði út á Skálafjørðin. Báturin varð upprunaliga keyptur úr Noreg í 1930.
10 ára gomul fór Alma Rustin til Havnar at ganga í realskúla. Afturkomin til Fuglafjarðar, 14 ára gomul, fór hon at arbeiða fast á posthúsinum saman við faðiri sínum. Tann
1. mai 1926 fekk Alma Rustin fulla ábyrgd av postviðurskiftunum í
Fuglafirði og av postliga samskiftinum millum Fuglafjørð og Tórshavn,
millum Fuglafjørð og Klaksvík og við eysturbygdirnar í Eysturoy. Hon var bert 26 ára gomul um hetta mundið.
Tá
Alma legði frá sær tann 31. oktober 1975, restaðu bert seks mánaðir í,
at hon kundi halda sín 50 ára starvsdag sum postavgreiðslukvinna. Hon hevði tá arbeitt á posthúsinum í 61 ár tilsamans. Alma valdi at fara frá í sambandi við, at posthúsið flutti í nýggju hølini.
Núverðandi posthúsið í Fuglafirði
Síðan 1. november 1994 hevur Sigrun Jacobsen verið posthúsleiðari í Fuglafirði. Á posthúsinum starvast nú fýra fólk. Talan er um tvey størv at bera postin út og hálvtannað starv inni á postavgreiðsluni.