Oyndfjarðarbóndin og fuglfjarðarbóndin
Dánjalsmiðið
Eitt valamið er beint út úr Kalli (norðan fyri Kalsoynna). Tað eitur
Dánialsmiðið. Dánial í Fuglafirði í Eysturoy hevði gjørt lógbrot og var
dømdur frá lívi av løgmanni í Føroyum. Hann tók bát og legði til havs
við trimum dreingjum; ætlanin var at fara til Íslands. Komin hálva
triðju míl frá landi, sá hann ein bak sita á sjónum. Snøri hevði hann
við sær, krók og agn, og segði við dreingirnar, at teir skuldu kasta,
har sum bakurin fleyt. Teir so gjørdu og hittu so nógvan fisk, at teir
fyltu bátin floytifullan og fóru aftur til lands. Hungursár vóru tá í
Føroyum, og eingin fiskiskapur hevði verið leingi. Tað frættist víða um
hesa góðu veiði, ið Dánial hevði fingið, og tíðindi fóru um tað til
embætismenninar í Havn. Teir vildu hava hann at siga frá, hvar hann
hevði fingið henda nógva fiskin, men Dánial setti tey kor, at fekk hann
lív og grið í Føroyum, so skuldi hann siga frá tí; annars ikki. Tá
lovaði løgmaður honum lív og grið, og Dánial vísti føroyingum á miðið.
Har fekst tá so nógvur fiskur, at eingin hungursneyð var meira á tí
sinni. Men miðið varð nevnt Dánialsmiðið eftir honum, sum hevði funnið
tað.