Tann sonevndi Lamba Jákup, sonur Elina í Lamba, var búsitandi á Hellunum og giftur við Kunoyar Katrinu.
Jákup var ein dagin farin til Fuglafjarðar og ætlaði at koma heim aftur sama kvøldið. Hann kom ikki, hóast hann var farin úr Fuglafirði. Fólk fóru dagin eftir at leita, og Jákup var funnin deyður í einum (gili) ella við eitt gil.
Katrina hevði um somu tíð eitt stykki av vadmali til vevingar í Oyndarfirði, sum hon ætlaði manni sínum. Maðurin í teimum húsum, har vadmalið var til vevingar, sá hetta sama vanlukku kvøldið fyri sær tvey lomb undir vevinum.
Hetta seinasta er sagt mær av eini bróðurdóttur hansara, ið sæð hevði.
Katrina giftist upp aftur við einum fuglfirðingi skjótt eftir. Ein pálmasunnudagsmorgun fór hann oman til strandar at bjarga reka. Hann var í hesum arbeiði so óheppin at detta niðurfyri og druknaði.
Í báðum giftarmálum sínum hevði Kunoyar Katrina børn. Við seinna manninum átti hon ein drong, ið hevði gult hár; men høgrumegin afturi á nakkanum hevði hann tættir av svørtum, um tríggjar tummar í ummáls.
Katrina, hon doyði fyri fáum árum síðani, dugdi at siga fyri tí, ið hevur greitt mær frá, at tá ið hon bar henda son undir belti, kom hon sær einaferð ímóti eini lýsikolu. Hetta var orsøkin til tað undarliga litta hár, sonurin hevði á nakkanum.
Hesin sami sonur var fyri okkurt um 40 árum síðani sligin yvir borð av eini slupp og druknaði.