Sjúrður

Sjúrður bóndi

Sjúrður bóndi í Fuglafirði sigldi
til Noregs við ull. Hann átti tríggjar frálíka raskar synir; hin yngsti
og ramasti av teimum æt Sjúrður. Ein dagin, sum teir vóru útrónir
norðuri í Djúpum, setti hann ein sovorðnan sorta úti á havinum. Teir
hildu til lands, høvdu andróður innaftur og settu upp í Oyndarfirði í
illveðri. Oyndfirðingar vóru niðri á støðni og fóru at tosa við
fuglfirðingar.Teir søgdu, at ein reystkempa úr Suðuroy var komin at
royna styrki, men eingin hættaði sær til at fara ímóti honum, tí ikki
hevði hann funnið sín javnlíka enn. Oyndfjarðabóndin beyð fuglfirðingum
heim til hús og bað fuglfjarðabóndan nú koma og gera eitt roysnisbragd
og royna seg ímóti suðuroyarkempuni. Hann vildi tó illa til sjálvur og
eggjaði yngsta son sín Sjúrð. Ungi Sjúrður førdist undan og segði, at
hann var móður av longum andróðri. Oyndfjarðarbóndin borðreiddi væl fyri
teimum, so teir gjørdust kátir og væl heitnir. Kempan gekk og reikaði
um bøin og fór so heim til hús at spyrja, um nakar var komin, sum vildi
royna seg. “Far og royn! Skomm liggur á tí!” segði fuglfjarðarbóndin við
son sín og elvdi honum so til. Sjúrður fór út, og báðir saman at
glímast. Uppi á mýrini tætt við húsini beint upp av kirkjuni var tað, at
teir bardust. Fyrst tóku teir brøðratøk, og Sjúrður vann hin í fyrsta
bragdi. Kempan segði, at tað var ikki fyri mark: Teir skuldu saman
aftur. So tóku teir akslatøk, og tað gekk samlíkt. Pápin stóð og hugdi
at. “Á, lítli mín, gev honum nú skemdarfallið!” segði hann við son sín.
Teir saman triðju ferð, og Sjúrður vann uppaftur. Tá gavst kempan: nú
hevði hann fingið sín yvirmann. Tá var frøði á fuglfjarðarbóndanum.
“Vælsignaður veri hvør biti, ið tú hevur etið!” segði hann við Sjúrð.
Hálvrátt tjógvakjøt handan undan Skarði hevði verið matur hansara. “Hvat
halda tit, bróður tykkara er verðugur fyri hetta roysnisbragd?” spyr
pápin hinar báðar synirnar. “Tað skulu tygum ráða fyri sjálvur,” siga
teir. So gav hann Sjúrði 24 ærfrælsir Innandals burtur úr Innandalsmørk,
ið søgd er at vera størsta mørk í Føroyum (eingin bøur liggur til hesi
ærfrælsini), og eina hálvmørk í bø við ongum haga, enn á døgum kallað
“hin hagaleysa hálvmørkin”.