Yrkjari: Ismar Joensen
Millum vøkur fjøll
høg og brattlend øll,
móti Eysturoyar føgru eysturstrond
liggur bygdin, ið
eg um alla tíð
vil elska, er mær lagað lív og ond.
Niðurlag
Ja, Fuglafjørður, tú undurfagra bygd,
manga sæla løtu veitt tú hevur mær.
Ja, Fuglafjørður, stór er tín lívd og trygd,
tín dýrd og sæla, tí heim mítt er hjá tær.
Her vár móðurætt
neyt sín óðalsrætt,
røkti bø og haga, søkti fiskimið.
Mangir vuksu upp,
sum á báti, slupp
og størri fari djarvir taldust við.
Søgn er um ein Sjúrð,
skarandi framúr,
sum vann fuglfirðingum miklan fragdarleik.
Dánjal gloymist ei,
sum fann fiskileið,
tá hungur, hall og helsótt spøktu bleik.
Gullbrandur, hann fall,
røkjandi sítt kall.
Hann var bóndi víst og átti stóran garð.
Ólav Sjúrðason,
Rádni oman Lon
og fleiri aðrir – seiggj í monnum var!
Her mong staðarnøvn –
hóast deyðans svøvn,
sum so mangan reystan kappa yvirvann –
minna á eitt lív
fyri børn og vív,
sum mangur her í Fuglafirði fann.
Kær var smátta hvør
fram við Fuglafjørð,
kærari var Gudi hvør ein mannasál.
Bispur ei so lætt
jørð fekk til sín skrætt,
og danski fútin aldri kom á mál.
Umskift er so mangt
skeiðið aldarlangt,
upp er runnin onnur tíð og annað lag.
Ymis verk og tól tíðin av sær ól.
Tað síggjast kann á bygdini í dag.
Dagliga mong skip
føra góðan grip,
fisk og olju og mangt annað til og frá.
Fjørðurin rætt navn
ber sum fiskihavn,
og gævi, at tað altíð sannast má.
1. ørindi og niðurlagið yrkt í 1939, hini ørindini í 1970.