Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt niðaná úr Kambsdali, síðani gongur gøtan eftir sløttum, inntil tú fert at ganga oman móti Skálafirði.
eisini nakað norður í Djúpini, Kalsoynna, Skarðsgjógv á Kunoynni og Leirvíksfjall. Har lá fyrsti koyrivegurin til Leirvíkar 3. Oman móti sjóvarmálanum liggur Varmakelda. Síðst í 19. øld vóru tvær leirvíksgentur á veg til gongu úr Leirvík til
Eiðis, har tær skuldu ferðast í 14 dagar. Tá ið tað frættist av Eiði, at tær vóru ongantíð komnar fram, varð leitað í øllum norðara parti á Eysturoynni, og undir Varmakeldueiði funnu tey nakrar ognarlutir hjá aðrari gentuni. Um tað mundið, mintust fólk í Fuglafirði seg at hava sæð tvey hetlendsk skip undir Varmakeldueiði, og ein bát koma rógvandi inn til lands. Fólk fingu illgruna til skipið. Genturnar spurdust ongantíð aftur.Tú fert nú at koma niðan á Trælavatn. Her er um sumrarnar eitt likkubøli. Norðan fyri vatnið kemur tú inn á gomlu varðagøtuna. Gøtan gongur eftir sløttum, men lendið er ójavnt og skurslut. Javnfjart, einar 100 metrar sunnan fyri gøtuna ganga nakrir marknavarðar sum hagamark 4. Ansa eftir ikki at ganga skeivt!Tá ið tú sært Skálafjørðin, heilt út á Toftavatn, og tú hevur Nólsoynna í baksýni, greinar gøtan seg sundur í tvey 5. Gøtan vinstrumegin fer oman í Ánadal, og hin fer oman í bygdina í Skálafirði. Varðarnir á gøtuni til Skálafjarðar síggjast vestanfyri, við Reyðafelstindi 6 í baksýni.
Tá ið tú gongur oman í Tundradal, er best at ganga oman við ánni sunnarumegin (vinstrumegin). Hiðani sæst yvir á Øksnagjógv og Typpafoss 7 hinumegin dalin.
Søgnin sigur, at har goymdi búrkroppurin, Ormur bóndi á Skála, líkini av oyrarbóndanum og soni hansara. Ormur hevði dripið báðar tveir. Hann fekk óivað samvitskubit seinni og avdúkaði seg, tá hann rópti hart í svøvni: »Klæðini liggja undir kvørnini og kropparnir undir Typpafossi.«
Ein onnur søgn sigur, at í fyrndini vóru fýra menn úr Hattarvík, floksmenninir, sum ætlaðu at leggja allar Føroyar undir seg. Teir fóru harðliga fram, men eina ferð vórðu teir tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av hægstu Valaknúkum 8. Dómurin varð framdur, og teir vórðu grivnir við Tingsteinin 9 undir Valaknúkum.
Úr Skálafirði kanst tú halda áfram beinleiðis til Selatraðar.
Úr Skálafirði koyrir:
Leið 400 til Leirvíkar, Fuglafjarðar og Havnar.
Leið 480 koyrir út á Strendur og til Selatraðar, Leið 481 koyrir til Oyndarfjarðar